Henning Schikora luttekur sunnudagin
Kodio, 29.04.2015

Henning Schikora er norðmaður, giftur við franskari konu og tey hava verið búsitandi í Frankaríki seinastu 25 árini. Henning hevur arbeitt við Youth With A Mission síðani 1983. Hansara tænasta hevur fyri tað mesta verið í Evropa.

 

Henning er í Føroyum í sambandi við bønarráðstevnuna, sum er í Havn. Hetta er eitt samarbeiði við eina bønarverkætlan kallað ”Operation Capitals of Europe” oceprayer.com, sum Henning er leiðari fyri, har endamálið er at fara til allar høvuðsstaðir í Evropa at biðja fyri myndugleikunum og tjóðini í landinum.

 

Henning og Pauli møttust í 1986 á bíbliuskúla (DTS) í Noreg, har teir uppbygdu eitt tætt vinarband. Tað eru tó 26 ár síðani, at teir sóðust. Meðan hann er í Føroyum, gistir hann hjá Jastrid og Paula.

Sí fleiri greinar