Hvat sært tú?
Sonja I. Jacobsen, 10.04.2015

Páskastevnan er farin afturum, og vit kunnu gleðast um eina góða stevnu, har Guds orð varð boðað, og nógv menniskju blivu møtt av Harranum. Hebr. 4,12

 

Tá vanligi gerandisdagurin byrjar aftur, hvat sært tú tá?

 

Møtir tú gerandisdegnum í tíni egnu styrki, ella letur tú Hann fylla teg við sínum friði og nærveru? Gud ynskir, at vit strekkja okkum móti honum í trúgv, so vit saman vit Honum kunnu hevja okkum upp um tær umstøður, vit kunnu møta á okkara lívsleið. Hebr. 11,6

 

Í Honum er ALT tær tørvar. Hann er størri enn allar umstøður. Hann kann brúka okkum, tá vit geva okkum í Hansara hendur... ikki tí vit eru nakað, men tí Hann er størri enn allar okkara misgerðir. Hansara hugsanir er hægri enn okkara, og  tað, sum kann tykjast ómøguligt í okkara eygum, er møguligt hjá Honum. Es. 55,8-9

 

Viðhvørt ynskir Gud at skumpa okkum út úr okkara tryggleika-zonu, fyri at vit á ein nýggjan hátt skulu uppliva Hansara trúfesti og góðsku. Las í UCB andaktsheftinum herfyri, at tá vit verða skumpaði úr tryggleika- zonuni, já enntá heilt útav eggini, eru bara tvey ting, sum kunnu henda: Annaðhvørt loftar Gud tær, ella lærir Hann teg at flúgva.

 

Er tað ikki fantastiskt at hava ein Gud, sum veit alt um okkum, og allíkavæl ynskir, at vit skulu koma at kenna Hann betri, so Hann fær víst okkum, hvat Hann hevur til okkara. Hansara vilji er, at tú skalt koma inn í alt tað, Hann hevur til tín. Jer. 29,11 Tí hevur tú brúk fyri at síggja tað, Hann sær, og lata Hansara styrki virka í tær. Í Jóh. 16,33 sigur Jesus: Hetta havi eg tala til tykkara, fyri ar tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum.

 

Má Hansara friður fylla teg. Óðansæð hvat kann koma á tín veg, er Hann størri enn umstøðurnar, so vel at strekkja tína trúgv móti Honum, og tú skalt uppliva, at Hann vil geva tær sín frið, tí Hann hevur sigrað yvir heiminum.

 

Skrivað hevur Annika Høj

Sí fleiri greinar