Páskastevnan um 2 dagar
Kodio, 31.03.2015

Um bert 2 dagar byrjar stóra páskastevnan í Kelduni. Keldan bjóðar øllum at vera vælkomin til stevnuna, sum hevur viðkomandi og spennandi innihald fyri øll.

 

Bøn og ynski okkara er, at tú skalt kenna teg væl ímillum okkum. Vit vóna, at vitjanin eggjar teg og gevur tær íblástur fram á leiðini.

 

 

Í ár verða tað serliga føroyskir talarar, sum koma at seta dám á stevnuna.

Barnamøti eru, meðan kvøldmøtini eru. Evnið er “Ver ein HETJA!”

 

Stórt familjutiltak verður leygardagin kl. 17.00, har klovnurin Bubu vitjar. Barnakórið í Kelduni syngur, og eisini verður nógv annað spennandi á skránni. Aftaná møtið verður nátturði.

 

Tvey stór ungdómskvøld eru á skránni. AWAKE verður kl. 21.30 langafríggjadag, har Steven Everett talar. Og eisini verður lovsangur, drama og vitnisburður.

 

Leygarkvøldið kl. 20:30 verður AWAKE Praise. Tað er eitt lovsangstiltak, har vit í felag fara at tilbiðja Gud við frískligum tónleiki og sangi.

 

Aftur verður sera væl vitjaða tiltakið “Á Sanganna Veingjum” á stevnuni. Hetta er eitt sangtiltak, har øll fáa møguleika at syngja við. Tað verður góður og lættur felagssangur.

 

Leygardagin 4. apríl kl. 11.00 verður áhugavert og aktuelt seminar um islam og kristnitrúgv, og hvussu kristnitrúgvin veksur og ávirkar stóran part av heiminum.

 

Fært tú ikki komið á stevnuna? Tú kanst fylgja við kortini, tí møtini og tiltøkini verða stroymað á heimasíðuni.

 

Til møtini er møguleiki at fáa tulking til enskt. Teknsmálstulking verður til kvøldmøtið, ið verður páskadag.

 

Les meira um stevnuna og ta fjølbroytta skránna á keldan.fo.

 

Vælkomin í Kelduna! Vit gleða okkum at síggja teg!

 

Skrivað hevur Rúni Rasmussen

Sí fleiri greinar