Hjartaliga vælkomin á Páskastevnuna 2015 í Kelduni í Skálafirði. Bøn og ynski okkara er, at tú skalt kenna teg væl ímillum okkum. Vit vóna, at vitjanin eggjar teg og gevur tær íblástur fram á leiðini.
Í ár verða tað serliga føroyskir talarar, sum koma at seta dám á stevnuna. Vit trúgva, at hetta liggur á Guds hjarta fyri hesa stevnu. Vit fara tí at bjóða tær at vera við at móttaka frá himli tað, sum Harrin fer at geva okkum ígjøgnum sínar tænarar, sum koma at bera orðið fram.
Endamálið við hesi stevnu í Kelduni er, at menniskju skulu uppliva Kristus, til anda, sál og likam. Páskini minna okkum á Jesu fullgjørda verk á Golgata, har Jesus doyði og reis uppaftur fyri at geva øllum menniskjum ævigt lív, sum við trúgv taka ímóti evangeliinum.
Kom og ver við og lova Harranum hesa páskahátíð.