Hvat skal Evropa byggja á?
Kodio, 28.03.2015

Avbjóðingar í Evropa eru nógvar og stórar. Nógv verður tosað um grundarlagið undir Evropa og okkara samfelagsskipan. Kjakið um hvørt byggjast skal á tey kristnu virðini ella á eina sekulera heimsáskoðan er framvegis háaktuelt.


Jeff Fountain vitjar í Føroyum í døgunum 18. til 25. apríl. Jeff hevur í nógv ár granskað evropiska søgu og mentan. Hann leggur í sínum arbeiði sera stóran dent á, at tað besta fyri Evropa er at halda fast við tann kristna arvin. Og eisini hevur hann ein boðskap um, at tað er vón fyri Evropa.


Jeff er søgukønur (hevur BA í søgu) og hevur í fleiri ár arbeitt sum journalistur.


Jeff Fountain stovnaði The Schuman Centre for European Studies í 2010, har granskað verður í ávirkanini, sum kristnitrúgvin hevur á fortíð, nútíð og framtíð Evropa. Vitja síðuna her: http://www.schumancentre.eu

 

Jeff Fountain er ættaður úr Ný Sælandi, men hevur búð í Hollandi í meira enn 40 ár. Umframt at hava verið ímillum stigtakararnar í fleiri átøkum, sum t.d. Hope For Europe-rørsluni, European HOPE Congress og State of Europe Forum, hevur Jeff Fountain skrivað bøkurnar “Living as People of Hope” og “Deeply Rooted”.


Jeff Fountain er eisini nógv nýttur fyrilestrarhaldari. Hann heldur fyrilestrar fyri ymiskum bólkum, t.d. politikarum, akademikarum, prestum, lærarum og vinnulívsfólkum.


Á vitjanini í Føroyum fer Jeff at hava almennan fyrilestur. Hann fer eisini at halda fyrilestrar fyri miðnámsskúlanænimgum, lærarum. prestum/samkomuleiðarum og vinnulívsfólki.


Fylg við á http://facebook.com/jeffvitjar.

 

Tey almennu tiltøkini eru hesi:

 

Sunnudagin 19. apríl kl. 11:00:

Jeff talar á morgunmøti í Kelduni, í Skálafirði

Kl. 18.00: Møti í Oasuni í Hoyvík, har Jeff talar um “Vón fyri Evropa?”

 

Mikudagin 22. apríl kl. 19:30:

Almennur fyrilestur í Norðurlandahúsinum við heitinum: “Er sekularisering rætta kósin?”

Kostnaður 115 kr. (fyrilesturin verður á enskum).


Fríggjadagin 24. apríl kl. 20:00

Ungdómstiltak í Perluni í Tórshavn: “Hví vera kristin í dag?” (fyrilesturin verður á enskum).

 

Kelda: Tíðindaskriv

 

Sí fleiri greinar