Hjúnabandslega 16.-18. februar í Kelduni
Sonja I. Jacobsen, 14.12.2023

Í døgunum 16-18. februar verður hjúnabandslega í Kelduni.

Undirvísarar á leguni eru Staffan og Eva Moberg úr Uppsala, Svøríki.

 

Um Staffan og Evu
Staffan er svii, og Eva er úr Norra. Tey hava verið gift í 36 ár og eiga 4 vaksin børn. Tey hoyra til samkomuna Livets Ord í Uppsala. Í 90’unum vóru tey trúboðarar í Russlandi í 6 ár, 3 ár í Sibirien og 3 ár í Moskva. Bæði hava undirvíst á bíbliuskúlum hjá Livets Ord í Svøríki og ymsastaðni í heiminum.

 

Síðani 2001 hevur Staffan verið ein av pastorunum í samkomuni. Hann hevur m.a. verið leiðari fyri bíbliuskúlan í Uppsala í nógv ár, har fleiri føroyingar hava gingið. Í dag er hann fongsulsprestur og hevur ábyrgdina av bønararbeiðinum í samkomuni.


Umframt at undirvísa á bíbliuskúlum, var Eva í nógv ár bønarleiðari í samkomuni. Síðani 2014 hevur hon verið ein útrætt hond frá samkomuni til tað sosiala arbeiðið í býnum. Hon arbeiðir nógv ímillum sigoynarar og menniskju í ”trafficking” (menniskjahandli) og skøkjulevnaði í Uppsala. Hon er lokalpolitikkari og situr í býráðnum í Uppsala.


Saman hava Staffan og Eva haft ábyrgdina av hjúnabandskeiðum í samkomuni í Uppsala.

 

Legan
Á hjúnabandsleguni fáa vit góða undirvísing frá Staffan og Evu, harafturat verður eisini góður matur, hugni og samvera.

 

Legugjaldið er 950 kr. fyri parið.

 

Vit hava nøkur kømur tøk í Kelduni, sum man kann melda seg til, um man ynskir tað (hesin møguleikin er fullteknaður). Til ber eisini at sova heima, um man heldur vil tað. Ein triði møguleiki er at gista á Hotel Runavík hetta vikuskiftið.


Vit hava tosað við Hotel Runavík, og tey hava givið okkum hetta góða tilboðið:
Tvær nætur fyri tvey við morgunmati fyri 1400 kr. – (hesin kostnaðurin kemur afturat legugjaldinum).
Um tú ynskir hetta, so send ein teldupost til info@hotelrunavik.fo og viðmerk “tilboð til legu í Kelduni.”
Til ber eisini at ringja á tlf. 663333

 

Freistin at melda seg til leguna er týsdagin 6. februar.

 

Tú kanst melda til leguna her:
https://keldan.atgongumerki.fo/webshop/event/2395751/order/info

 

Sí fleiri greinar