Vitjan av Carl-Gustaf og Moniku
Sonja I. Jacobsen, 07.11.2023

Til møtini í Kelduni komandi vikuskifti 11. - 12. november, hava vit enn einaferð møguleika at hava vitjan av Carl-Gustaf og Moniku Severin úr Svøríki. Carl-Gustaf hevur eftir hondini verið nógvar ferðir í Føroyum, og hevur hann veruliga fangað hjørtuni hjá føroyingum við sínum einføldu, kveikjandi og trúarstyrkjandi boðskapum.


Carl-Gustaf vitjar í Føroyum í samband við, at hann kemur at undirvísa um Ápostlasøguna á BSK. Fyri teg, sum ikki er við á bíbliuskúlanum, ber til at hoyra Carl-Gustaf leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnumorgunin kl. 11.00 í Kelduni.
 
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Sí fleiri greinar