Eldraløtan
Sonja I. Jacobsen, 04.11.2023

Mikukvøldið 15. november kl. 18.00 byrjar ein nýggj tænasta í Kelduni, sum eitur ”eldraløtan”.

Hetta er ein løta, har vit samla tey 60+ til samveru, ábit, lættan sang og eitt orð.

 

Eftir ætlan verður tiltakið eina ferð hvønn ársfjórðing.

Vit vóna, at tit taka væl undir við eldratiltakinum, og at samkoman kann verða styrkt við hesi tænastu, har vit vilja vísa teimum eldru heiður. Samtíðis er hetta eitt høvi at bjóða onkrum við, soleiðis at tey kunnu hoyra og smakka besta boðskapin sum finst.


Hetta kvøldið verður suppa at fáa, umframt tað verður ymiskt spennandi á skránni. So gleði tykkum og veri hjartaliga vælkomin. 

Sí fleiri greinar