Manslegan!
Sonja I. Jacobsen, 01.11.2023

Vælkomin á árligu mansleguna í Kelduni, sum verður 17.-19. november!

 

Vit koma at hava eitt vikuskifti við nógvum hugna, góðari undirvísing og ikki minst sera góðum mati.

 

Vit byrja leguna fríggjakvøld kl. 18:00 og enda eftir morgunmøtið sunnudag.

Aldursmarkið er 18 ár og eldri.

 

Vit gleða okkum til eitt gott og gevandi vikuskifti saman. Vónandi síggjast vit og bjóða enduliga øðrum monnum við.


Neyðugt er at melda til. Kostnaður 395kr. Tilmeldingarfreistin er 13. november. 

Leinkja til tilmelding er HER

 

 

Sí fleiri greinar