Síggja vit menniskju eins og trø?
Sonja I. Jacobsen, 01.01.2019

Í Markus 8:22-26 lesa vit um eina hending, har Jesus grøðir ein blindan mann, soleiðis at hann fær sjónina aftur. Tá Jesus hevði lagt hendurnar á hann fyrstu ferð, spurdi Jesus, um hann sá nakað, og maðurin svaraði: ”Eg síggi menniskjuni; tí eg síggi at tey ganga um, eins og trø.” So legði Jesus aftur hendurnar á hann, og tá bleiv hann fullkomliga grøddur og sá skilliga. 

 

Kjarnin í hesi frásøgu er tað, at maðurin bleiv grøddur og fekk sjónina aftur. Reint andaliga er eisini ein áhugaverd síða í hesi hendingini, sum eg trúgvi, at vit kunna kenna okkum aftur í. Vit er øll, summi meira og summi minni, umringað av menniskjum, har sum vit eru. Spurningurin er, síggja vit tey? Jú, vit síggja tey við okkara eygum, men síggja vit forbí tað? Síggja vit tey, soleiðis sum Jesus sær tey? 

 

Um vit missa neyðina í okkara hjørtum fyri menniskjum, so hava vit brúk fyri at koma aftur til Jesus og biðja Hann nema við okkum. Eins og Jesus legði hendurnar einaferð afturat á mannin, fyri at hann kundi fara frá at síggja kámt til at síggja skilliga, hava eisini vit brúk fyri, at Jesus nemur við okkum, fyri at vit kunnu síggja menniskju skilliga. Tá vit liva nær hjá Jesusi, blíva menniskju ikki eins og trø fyri okkum, men vit koma at síggja tey skilliga og fáa ein neyð í okkara hjørtum fyri teimum. Eina neyð, sum noyðir okkum at gera nakað.

 

Mín bøn fyri hetta árið er, at vit skulu fáa eina enn størri neyð fyri menniskjum í okkara nærumhvørvi, serliga teimum, sum ikki eiga og kenna Jesus. Denis Mukwege, sum í desember í fjør móttók Nobel friðarheiðurslønina, sigur tað so gott: “Um vit kristnu ikki liva tær praktisku avleiðingarnar av trúnni í nærumhvørvi okkara og ímillum næstar okkara, so kunnu vit ikki uppfylla tað kall, ið Kristus hevur litið okkum upp í hendi.”

 

Bøn

Harri Jesus, hjálp okkum at síggja menniskjuni í okkara nærumhvørvi soleiðis, sum tú sært tey. Legg eina neyð í okkara hjørtu at røkka út til tey. Takk fyri at Tú hevur givið okkum Heilaga Andan til at leiða okkum og at hjálpa okkum. Hjálp okkum at vera lýðin, tá tú kallar okkum. Amen.

 

Skrivað hevur Búgvi V. Olsen

Sí fleiri greinar