Konsert við The Purple Hulls í Kelduni
Sonja I. Jacobsen, 17.01.2017

Sunnukvøldið 26. mars kl. 20, verður sera áhugaverd konsert í Kelduni, Skálafirði, við tvíburðasystrunum Katy og Penny Clark eisini kallaðar The Purple Hulls.


The Purple Hulls spæla country/bluegrass í heimsklassa.
Tá ið man upplivir tær á palli, kann man gott siga at hesar báðar, eru skaptar til at gera og spæla tónleik saman.
Tær eru ómetaliga dugnaligar, tær spæla nærum øll ljóðføri. So hetta eru tvey multitalent sum koma til Føroya at hava konsert 26. mars.

 

Tvíburðasystrarnar og eldri beiggi teirra Ben, vuksu upp á einum bóndagarði í skóginum í eystara parti av Texas. Foreldrini løgdu børnunum eina við at vera arbeiðssom. Penny sigur, "Pápi var veiðimaður og útvegaði okkum kjøt, meðan vit heima fingu bæði frukt og grønmeti av markini. Vit mjólkaðu neytunum og samlaðu nývorpin høsnaregg hvønn morgun."


Tað var ikki bara íðinskapur og fólkaligheit, sum bleiv lagt niður í systkini Clark. Katy var skjót at geva kristna arvinum æruna fyri, at tey høvdu bæði beinini á jørðini í einum annars ófriðarligum heimi. "Vóru hurðarnar opnar í salinum, ja, so fóru vit á møti. Mamma spældi klaver, og omma spældi á urgu, og mammubeiggin talaði. Vit eru sera takksom fyri okkara kristnu uppaling", sigur hon.


Systkini fingu upplæring í Orði Guds umframt góða tónleikaundirvísing. Tvíburðarnir siga, "omma okkara var tónleikalærari í mong ár. Hon lærdi okkum at syngja fleirstemt."


Góða uppalingin hevur givið evnagóðu systkunum góð úrslit. Harrin lat støðugt upp nýggjar dyr fyri teimum, og tá tær vóru lidnar á miðnámi, eggjaði beiggi teirra teimum til at flyta til Nashville í Tennessee, har tær rættuliga kundu arbeiða við tónleiki. Beiggi teirra, við tilnavninum Banjo-Ben gavst at samstarva við Taylor Swift, tí hann og systrarnar fóru at syngja hjá Sony ATV.

 

Hóast nøkur innan tónleikin vera freistað at gera vart við egnan persón, so hava Purple Hulls, sum systrarnar kalla seg, altíð hildið seg til rætta raðfesting. Familjan er sera týdningarmikil fyri tær. Í 2012 beiv pápi teirra álvarsliga sjúkur, og tá fóru systrarnar úr trygga lívinum í Nashville fyri at vera saman við foreldrunum. Pápi teirra doyði árið eftir.


Tær báðar eru góðir tónleikarar og sangarar, men tær duga eisini væl at skriva sangir. Bólkurin skrivaði ein sang út frá Efesusbrævinum kap.6 fyri at eggja Kristi likam. Katy sigur:" Vit royndu at minna fólk á, at Gud ger sterkan skansa rundanum okkum, ið vit kunnu njóta."

 

Einaferð skrivaði ein gudloysingur til teirra og segði frá, hvussu teirra tónleikur hevði latið hjarta hansara upp fyri gleðiboðskapinum. Penny sigur, at tær hava samband við hann og trúgva, at Harrin virkar í hansara hjarta. Tað er ein forrættur, at okkara tónleikur kann vera brúktur soleiðis.


At enda sigur Katy:" Harrin letur framvegis hurðar upp fyri okkum, so mong hoyra okkara tónleik og boðskap.

 

Hevur tú hug at hoyra country – bluegrass, í heimsklassa, live, so er at møta upp í Kelduni, Skálafirði, sunnukvøldið 26. mars kl. 20.

 

www.thepurplehulls.com

Sí fleiri greinar