2016 er eitt grøðingarár
Sonja I. Jacobsen, 26.04.2016

”Árið í ár er eitt ár við grøðing”. Tað segði Pauli Høj um ársskiftið, og tað endurtók hann eisini á morgunmøtinum tann 17. apríl.

Pauli talaði á møtinum um teir 10 spitølsku, sum blivu reinsaðir. Har var bara tann eini, sum kom aftur at siga takk.

”Um onkur biður fyri tær, og tú verður grøddur, sig so frá, at tú bleivst grøddur. Tað skapar trúgv hjá tí, sum biður, og fær viðkomandi at biðja meira, og tað gevur eisini Gudi æruna,” segði hann.

Pauli minti eisini á, at tann reinsaði, sum vendi aftur, fekk meira enn hinir fingu.

”Hann fekk at vita, at trúgv tín hevur frelst teg. - Tað hoyrdu hinir ikki,” segði hann.

Fekk staðfesting
Pauli segði, at meðan hann sat og fyrireikaði taluna, ringdi telefonin. Tað var ein, sum ringdi við einum takkarevni. Pauli segði, at hann tók hetta sum eina staðfesting, júst meðan hann las um tann eina, sum vendi aftur fyri at siga takk.

”Sig takk,” segði hann.

Pauli gav eisini fólkinum í salinum høvi at vitna og takka fyri bønarsvar. Hann gekk runt við mikrofonini, og fleiri brúktu høvið at avleggja vitnisburð um grøðing.

Aftaná varð bjóðað fram, og kunnskaparorð vórðu eisini til nøkur, sum strýddust við sjúku.

Ólavur Jacobsen leiddi møtið, og Maria á Boðanesi leiddi lovsangin.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar