Fylling Heilaga Andans
Sonja I. Jacobsen, 17.04.2016

Á møtinum sunnumorgunin tosaði Ólavur Jacobsen um fylling Heilaga Andans. Hann hevur tosað um hetta á øðrum møti og tosar víðari um hetta týdingarmikla evnið. Ólavur byrjaði við at tosa um Andans dóp og um tað at tala í tungum. Ikki øll tala í tungum, og summi halda, at tungutalan ikki finst. Ólavur vísti á, at áðrenn Jesus fór at gera sítt verk, varð Hann fyltur við Heilaga Andanum og Jesus segði eisini, at vit, við fylling Heilaga Andans, skulu gera somu verk sum Hann. Vit hava fingið tann framíhjárætt at kunna verða sannir tilbiðjarar og kunna søkja Gud altíð og hava dagligt samskifti við Hann. Við støðið í Apostlasøguni og 1. Korintbrævið vísti hann á týdningin av tungutaluni fyri ein trúgvandi. Ólavur vísti á, at tað fyrsta Jesus gjørdi, tá Hann kom aftur til Faðirin, var at úthella Andan. Í Apostlasøguni 2 sæst hvørja ávirkan tað hevði á tey trúgvandi, sum vóru samlaði hvítusunnudag. Í versunum 2 til 4 stendur, at
Tá kom knappliga ljóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í. Tungur, eins og av eldi, vístu seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra. Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga.


Tað hevur týdning at leggja til merkis, at øll vóru fylt av Heilaga Andanum. Tungutalan hevur stóran týdning her og Apostlasøgan ger sær ómak við at vísa á týdningin av tungutaluni, við at leggja dent á hana sum einastu útvortis manifestatiónina av fylling Heilaga Andans, saman við lovsongi og takkarger. Hon verður nevnd 3 ferðir í Apostlasøguni sum eitt úrslit av, at fólk verða fylt við Heilaga Andanum. Onnur ting enn tað, sum kemur út gjøgnum munnin, verða ikki nevnd. Í Apostlasøguni 10 stendur um, tá Pætur fer til Kornelius, sum hevði fingið boð um at senda boð eftir Pæturi. Pætur legði hendurnar á fólkini inni hjá honum, og tey fóru at tala í tungum. Apostlasøgan 19 vísir á, tá Paulus er í Efesus og leggur hendurnar á fólkið har, sum eisini fer at tala í tungum.


Í 1. Korintbrævið verður víst á, at tungutala er til at uppbyggja okkum sjálvi. Ólavur samanber funktiónina hjá tungutaluni við at løða eitt elektriskt tól. Vilja vit verða fylt við Heilaga Andanum, so er tungutala eitt avgerandi amboð at syrgja fyri, at vit verða verandi fylt. Tað eru tvey viðurskifti í samband við tungutalu, sum verða nevnd í 1. Korintbrævið 14. Tað fyrsta er, at vit tala í tungum fyri Gudi. Tað er eitt loyniligt samskifti, sum sendarin ikki altíð skilir sjálvur, men sum djevulin heldur ikki skilir. Tað næsta er, at hon byggir okkum upp.


Summi síggja tungutalu sum eitt slag av ekstasu, men soleiðis er tað ikki. Tað er nakað vit kunna velja at gera, sum Andin hjálpir okkum við. Ólavur endaði við at siga, at Gud er so stórur, sum Hann kann verða, men at Hann kann gerast størri fyri okkum og at vit kunnu gera størri ting við Honum við trúgv. Stóra ynski er, at vit øll skulu verða fylt við Andanum.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar