Lega fyri 45+
Sonja I. Jacobsen, 12.02.2016

Fyri eina slíka tíð sum hesa!

 

Spennandi lega verður í Kelduni 19.-21. feb. Tey elstu í ættarliðnum, sum fekk visiónina um at byggja Kelduna og sum løgdu alla orku í at gera hetta til veruleika, fara nú at eldest, og tey, sum vóru tannáringar, tá samkoman var stovnað, eru nú vorðin 45+.


Áhugavert verður at koma saman og gleðast um tað, sum er hent og søkja Gud um, hvussu ung og eldri áhaldandi kunnu vera saman í tænastuni í einari slíkari tíð sum hesi. Vit bjóða okkum fram at hava ungdómsmøtið leygakvøldið og eisini sunnudagsmøtið, har Oasubrøðurnir luttaka við sangi saman við okkum.


Vónandi verður luttkan góð. Legan kostar 200 kr. Tey, sum sova í Kelduni, vera biðin at taka lak, dýnu og koddavár við. Møtast fríggjakvøld kl 18:30. Vit eta eina máltíð saman kl 19.

 

Tekna teg HER

 

Seinasta freist at tekna seg er 15. feb.


Ætlan fyri dagarnar er tøk her: Skrá 19.-21. feb. 2016
 

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Sólfríð á tlf. 220111

Sí fleiri greinar