Kletturin
Sonja I. Jacobsen, 09.02.2016

Í 5. Mós 32,4 stendur: Kletturin – fullkomið er verk Hansara; tí allir vegir Hansara eru rættferð! Trúfastur og svikaleysur Gud, rættvísur og sannorðaður er Hann

 

Lívið okkara er sum ein ferð. Vit føðast í hendan heim, vaksa og mennast. Fyrst er man barn. Síðan tannáringur. Tá man er tannáringur, gleðir man seg til at blíva vaksin. Sum vaksin sær man, hvussu skjótt lívið gongur. Alt gongur við nógvari ferð. Hjúnarband, familja, og  man kann gleðast um børn og barnabørn. Men áðrenn man veit av, so er lívið meira enn hálvrunnið, og  børnini flogin úr reiðrinum og langt av landi skotin. Men hvat tað tá er gott at kunna samskifta við síni kæru gjøgnum facetime, skype og snapchat.

 

Frá Skaparans hond eru vit skapt til at hava samskifti við hvønn annan.

Gud hevur skapt okkum so undurfult. Hann ynskir, at vit hava samskifti við Hann. Hann leingist eftir at hoyra frá okkum. Líka so nógv, sum vit sakna okkara kæru, tá tey eru burturstødd, líka so nógv saknar Hann teg og meg. Hann hevur umsorgan fyri tær. Ja, tú spyrt kanska, hví mær. Tí Hann elskar øll menniskju.

 

Eg havi valgt at fylgja Jesusi. Hann er mín klettur mín vón og mítt álit. Lít á Harran av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Orðt. 3,5.

 

Ein starvsfelagi hevur júst yrkt ein sang um hesa vónina, ið vit eiga , ið eru Hansar børn. Havi fingið  loyvi frá Signar á Reynatrøð at brúka sangin her .

 

Vónin er

1. Vónin er mín morgunsálmur, vónin er mín takkarbøn. Vónin er mín frelsuhjálmur, vónin er mín himmalløn.

 

Frelsari takk fyri vón fyri framman, takk fyri ljósið, tá myrkt var um nón. Hjálp mær at síggja bert teg – ongan annan. Takk fyri frelsu og uppreisnarvón.


2. Vónin er mín andadráttur, vónin er mítt hjartamál. Vónin er mín hjartasláttur og at eiga frelsta sál.

 

3.Vónin er við vón at sáa, vónin er eitt ævigt vár. Vónin er við vón at heysta, vónin er mítt faðirvár.

 

Gott at eiga hesa vón í øllum lívsins viðurskiftum og at kunna leggja alt í Hansar hendur .

 

Skrivað hevur  Martina B. Poulsen

Sí fleiri greinar