Minnist Meg
Sonja I. Jacobsen, 26.11.2015

“Gerið hetta til minni um Meg!” segði Jesus , tá ið Hann gav lærisveinunum breyðið og vínið.

 

Jesus tosaði um breyðbrótingina, at tá ið vit drekka vínið og bróta breyðið, tá skal tað verða gjørt til minnis um Hann - Men hvat er tað, vit eiga at minnast?

Ólavur Jacobsen talaði sunnumorgunin um týdningin av breyðbrótingini og undirvísti úr 2. Korintarbrævi um fýra sannleikar, vit eiga at leggja okkum á hjarta:

  • Jesu offur
  • Sáttmálin
  • Deyði Kristusar
  • Borð Kristusar

Jesu offur

2. Kor. 11, 24 "Hetta er likam Mítt, sum givið verður fyri tykkum”.

Tað var fyri okkum, at Hann gav seg sjálvan. Vit eiga at minnast, at tað, sum fyri okkum, er frítt, tað kostaði Honum alt. Hann gav Seg sjálvan fyri okkum, og vit kunnu taka ímóti einari gávu uttan at gjalda, einans av tí orsøk, at Jesus hevur goldið alt fyri okkum.

 

Sáttmálin

Jesus sigur: “Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum;”

Harrin er ein sáttmálar Gud, og Hann virðir Sín sáttmála. Nýggi sáttmálin er uttan brek, tí undir hesum verður syndin ikki fjald, men reinsað burtur.

Ikki bara gav Gud okkum boðið, men Hann endurføddi okkum, soleiðis at vit skulu verða før fyri at halda tað. Hann legði lóg Sína í okkara hjørtu.

 

Deyði Kristusar

Vit kunngera deyða Harrans í breyðbrótingini.

2. Kor. 11, 26 Tí so ofta sum tit eta hetta breyð og drekka henda kalik, kunngera tit deyða Harrans, inntil Hann kemur.

Breyðbrótingin er ikki nakað, vit gera av vana, men er gerðin full av kraft. Tí vit kunngera deyða Jesusar fyri okkum, og vita harvið, at deyði Hansara var okkara sigur. Vit kunngera fyri okkum sjálvum, fyri øðrum menniskjum og fyri andaheiminum tann sigurin, sum Hann vann okkum.

 

Samfelag við Kristus

Tað, sum til seinast er týdningarmikið at geva sær far um, er hettar, sum stendur í 2. kor. 10, 15-16

 

15 Eg tali til tykkara sum til tey, ið duga á at skyna - dømið sjálv tað, sum eg sigi!

16 Kalikur signingarinnar, sum vit signa - er hann ikki samfelag við blóð Kristusar! Breyðið, ið vit bróta - er tað ikki samfelag við likam Kristusar!

 

At taka breyðið og vínið er mynd uppá at hava samfelag við Harran. Tí mugu vit ikki taka av borði Harrans og samstundis eta av borði ilra anda. Tað er ikki rúm fyri blandaðum trúskapi, og mugu vit tískil endurnýggja trúskap okkara móti Gudi.

 

Talan sæst niðanfyri:

 

Sí fleiri greinar