Fjølbroytt møti
Sonja I. Jacobsen, 19.11.2015

Møtið sunnudagin 15. november var í nógvar mátar merkt av, at manslega hevði verið í vikuskiftinum. Leguluttakararnir (einir 40 í tali) framførdu ein sang, og eisini sungu beiggjarnir Ari og Per Langgaard.

Ein samrøða var við Joen Paula Jacobsen, Jónhard Frederiksberg og Árna Frederiksberg (ein abbi, ein pápi og ein ungur drongur). Teir blivu spurdir um ymiskt viðvíkjandi familjulívinum.

Feðgarnir Malmberg og Niels Martin Olsen høvdu eisini orðið. Niels Martin tosaði um avbjóðingarnar í tíðini, nú teldur og facebook fylla nógv í dagligdegnum. Malmberg tosaði um friðin, sum vit kunnu eiga í Jesusi, hóast vit eru mitt í ”lívsins meldri”.

Bókasavn og ungdómsalfa
Rúni Rasmussen upplýsti á møtinum, at ætlanin er at gera eitt bókasavn í Kelduni. Bókasavnið skal vera eitt gevandi stað, við kristiligum lesnaði. ”Vit skulu sum trúgvandi eisini brúka intellektið (sinnið) í okkara gudsdyrkan,” segði Rúni. Ætlanin er, at bókasavnið skal vera eitt hugnaligt umhvørvi, har tað skal bera til at granska og fyrireika seg í teologiskum evnum við tí endamáli at ávirka samfelagið.

Annika Høj boðaði eisini frá, at ungdómsalfa byrjar komandi leygardag. Hon mælti øllum sum ganga í 6. til 9. flokk at melda seg til.

Kaj Otto Frederiksberg leiddi møtið, og Kristina N. Hansen leiddi lovsangin.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

 

Sí fleiri greinar