GIG í Kelduni
Jonna Heinesen, 12.10.2015

Leygarkvøldið 17. oktobur kl. 21, verður ein lovsangs konsert í Kelduni. Tað er íslendski lovsangsbólkurin, Gospel Invasion Group (GIG), ið kemur til Føroyar í vikuskiftinum, her tey koma at hava tvær lovsangs konsertir. Tann fyrra verður í Kelduni, og tann seinna verður í Reinsaríðnum í Havn sunnukvøldið 18. oktobur kl. 20. Heine Lützen verður eisini við á konsertunum.

Bólkurin GIG, spælir modernaðan frískligan lovsang, og tí verður konsertin eisini at líkna við eitt stórt lovsangskvøld. Limirnir í bólkinum eru úr ymiskum samkomun í Íslandi, og tey eru tí væl kend innan andaliga tónleikin har. Bólkurin sigur á facebook, at tey eru sera spent at koma til Føroyar, og at tey hava nýggjan tónleik sum tey koma at framføra her hjá okkum.

 

HER kann sangurin, "Your love is beautiful", hoyrast.

 

HER er sangurin, "Wonderful Merciful Saviour", ið GIG eisini syngja.

 

Meiri kunning um bólkin kann síggjast á heimasíðuni hjá teimum http://gigonline.is/ ella á facebook síðuni www.facebook.com/gig.iceland

Sí fleiri greinar