Gev eina skógvaeskju
Jonna Heinesen, 03.10.2015

Aftur í ár, hava føroyingar møguleika at geva eina skógvaeskju til eitt barn í Rumenia. Í fjør blivu 4941 skógvaeskjur sendar úr Føroyum, og vónandi verða fleiri sendar aftur í ár.
Rumenia er tað landið í Europa, ið hevur tað størsta fátakaradømi. Nógv fólk liva undir sera vánaligum umstøðum, fleiri børn eru foreldraleys, og fleiri eru eisini koyrd á barnaheim. Tímalønin er sera lág, og nú fíggjarkreppan herjar, hava tey stórar trupulleikar við at arbeiðsgevarar ikki fáa goldið løn til starvsfólkini.

Tú kanst vera við at gleða eitt barn á jólum, við at geva tí eina skógvaeskju. Skógvaeskjurnar skulu latast inn í seinasta lagið sunnudagin 25. oktobur, og hendan dagin verður eisini eitt felags Christmas Child tiltak í Kelduni kl. 16. 

 

Meiri kunning um Christmas Child er at finna á heimasíðuni www.christmaschild.fo. Eisini kanst tú síggja hvat kann koyrast í eksjurnar, og hvussu tær skulu pakkast.

 

Ein nýggjur føroyskur sangur er gjørdur til tiltakið í ár, og hann kann hoyrast HER

 

Sí fleiri greinar