Er Gud við okkum, hvør kann tá vera í móti okkum?
Sonja I. Jacobsen, 26.08.2015

Øllum, sum blíva frelst, gevur Harrin náðigávur og tænastur. Vit skulu tráa eftir gávunum. Bíblian nevnir í 1. Korint 12,4, at tá vit koma til Jesus, vil hann møta øllum tørvum. Fyri at vit skulu síggja hettar, hevur Gud givið gávur til sínar samkomulimir. Gud vil brúka teg og meg.

 

Á morgunmøtinum sunnumorgunin talaði Pauli Høj um munin á náðigávunum og tænastunum. Hettar var fyrsta tala av tveimum, sum Pauli kemur at tosa um.

 

Hvussu tæna vit?

Pauli nevndi, at tað byrjar ofta við einum dreymi og eini visjón.

Náðigávurnar eru ymiskar, men Andin er hin sami. Tænasturnar eru ymiskar, men Harrin er hin sami. Tað er munur á tænastum, sum Gud gevur til nøkur í samkomuni og tær náðigávur, sum Gud gevur til samkomuna.

 

Í Efesus kap 4, 7-13 lesa vit um, at Gud gevur nøkur ting til hvønn einkultan. Hvat er tað so fyri gávur, Gud gevur okkum? Hann gav nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og nakrar til lærarar. Hettar gjørdi hann fyri at hini heilagu skuldu vera fullkomin til tænastuverk og verða sameind.

 

Tað eru ikki øll, sum fingu hesar tænastur. Pauli fór eisini inn á tær 5 tænasturnar, her nevndi hann um:

 

Ápostulin, sum skapar nakað nýtt, at bróta í gjøgnum og fáa nýggj ting inn. Bíblian tosar um, at hann hevur sæð Jesus, til dømis Paulus, sum er góð mynd av einum ápostli, sum plantaði.

 

Profeturin, hann er peikifingurin, hann peikar ofta nøkur ting út, sum Gud sigur og er sera konkretur. Ein profet kann man samanlíkna við, at hann hyggur ígjøgnum eitt lyklarhol og sær ávís ting, men onkuntíð so sær hann ikki heildina. Profeturin er sera upptikin av hesum, og er hettar givið av Gudi og er sera umráðandi.

 

Evangelisturin, sum vil hava fólk frelst, hann vil hava nýggj fólk inn. Hann vil vinna menniskju fyri Gud og biður tey venda um.

 

Hirðin er giftur við samkomuni, hann klappar fólki á herðarnar. Hann upplyftir og sær tørvir og samlar upp.

 

Lærarin er serkønur innanfyri sítt øki, hann vil hava allar smálutirnar við.

Tænastugávurnar hjálpa okkum at verða effektiv. Róm 12,3-8. 1. Korint 12 og 1. Pætursbræv.

 

Vit skulu øll tráa eftir hinum andaligu náðigávunum, meðan tænasturnar eru tað nøkur sum fáa frá himli. Náðigávurnar, sum øll skulu traá eftir, eru m.a. kunnnskaparorð, vísdomstala, kraftargerðir, at grøða, tungutala o.s.v. Hettar skulu vit øll trá eftir.

 

Tær andaligu gávurnar setir tú ikki ein ávísan persón á, tí tær koma og fara. Hettar skulu vit øll læra okkum at veksa í.

 

Tá onkur er settur í tænastu, so skal man eisini tráa eftir náðigávunum. Tænastugávurnar er ein bygnaður, sum Gud gevur persónum, men náðigávurnar er nakað, Gud gevur, sum øll kunnu virka í til ymiskar tíðir. Náðigávirnar kunnu brúkast i dagligdegnum ella á møtum.

 

Lat okkum tráa eftir náðigávunum sum samkoma. Lat okkum verða effektiv.

 

Myndir síggjast HER

Møtið sæst HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar