Nýggj forkvinna fyri GLS
Sonja I. Jacobsen, 26.08.2015

Nevndin fyri the Global Leadership Summit (GLS) Føroyar hevur fingið nýggja forkvinnu. Helga Nordendal er nýggj nevndarforkvinna. Rúni Rasmussen gevst sum nevndarformaður og er farin úr nevndini. Hann hevur verið nevndarformaður síðan 2010.

Helga Nordendal hevur verið nevndarlimur síðan 2011. Hon er útbúgvin tænari og hevur drúgvar royndir frá hotellvinnuni í Føroyum, har hon eisini hevur havt fleiri leiðslustørv. Helga hevur eisini verið virkin í kristnum arbeiði í mong ár.

 

Um GLS:

GLS er ein heimumfatandi leiðsluráðstevna, sum byggir á kristna grund. Endamálið er at kveikja og menna leiðarar á øllum økjum í samfelagnum. Høvuðsstevnan verður hildin eina ferð um árið í Chicago, har á leið 8.000 leiðarar hittast. Síðan verða fyrilestrarnir vístir á stórskíggjum í fleiri enn 100 londum. Á henda hátt verður rokkið út til 260.000 leiðarar. GLS hevur verið hildið Í Føroyum síðan 2008. Vanliga eru 400 luttakarar til GLS í Føroyum. Sí meira um GLS á gls.fo.

Sí fleiri greinar