Liv tað tú talar, tá tú vísir teim veg
Sonja I. Jacobsen, 24.08.2015

Hesi orðini syngur Eyðun Jacobsen í einum av sangunum á nýggju fløguni.

Hetta er í tráð við tey orðini, eg ynski at deila.

 

Varðar vísa veg og vísa á eina ávísa leið. Fyrr vóru varðar settir upp t.d. sum vegvísi úti í haganum ella ímillum bygdir. Varðar vísa eina ávísa leið og eru ein sera góð hjálp í myrkri, mjørka ella kanska kavaveðri.

 

Hesir varðar høvdu til uppgávu at vísa menniskjum á leiðina, so tey trygt kundu koma fram og ikki villast av leið. Tað var eisini meiningin, at hvørja ferð tú gekk fram við varðunum, so legði tú ein stein á afturat fyri at gera teir uppaftur størri og sterkari.

 

Í hesi tíð vit liva í dag, er tað so umráðandi at vera ein sonn fyrimynd, í orði og verki.

Eg eri sera takksom, at eg í mínum uppvøkstri hevði nógv menniskju, sum vóru stórar fyrimyndir fyri meg og sum hava verið góðir vegvísarar. Hava líkasum verið varðar í mínum lívi, og sum eg kann byggja víðari uppá og leggja afturat.

Tann Guðsótti, sum fylti hesi menniskju, segði meir enn mong orð.

 

Hetta er mítt ynski, at okkara lív má vísa á Jesus, sum eisini altíð má vera okkara størsta fyrimynd. At vit mugu vera sum varðar, sum vísa øðrum menniskjum á Guðs orð, hvat er rætt, og hvat er skeivt, bæði í orði, men ikki minst í okkara dagligu atferð, bæði sunnudag og allar hinar dagarnir í vikuni.

 

Lat okkum vera rúmlig menniskju og ikki fordømandi. Menniskju, sum standa upp fyri sannleikanum og Guðs orði og ongantíð ganga uppá “kompromi” við tað. Okkara mál má vera hvønn dag at liva tað, vit tala, og vera sum ein tryggur og sterkur varði, sum vísir á Gud, allastandi har vit eru.

 

Skrivað hevur Annika Frederiksberg

Sí fleiri greinar