Hvussu brúka vit tíðina?
Sonja I. Jacobsen, 28.07.2015

Lítið til Harrans, meðan hann er at finna, kallið á hann ta stund hann er nær. Jesaja 55, 6

 

Í dagligdegnum ræður um alla staðni at møta til tíðina. Skalt tú handils, ja so má tað vera ímeðan handilin er opin, tað sama við einum kontóri, so mást tú fara, ímeðan kontórtíðin er, ella ætlar tú tær at gera eina vitjan á sjúkrahúsinum, ja so mást tú fara í vitjanartíðini.

 

 

Vit hava her fingið eina fyrireikingartíð, ímeðan vit liva og rørast her á jørð. Ein tíð, sum skal útnyttast til at gera okkum klár til at møta Guði, og standa til svars fyri, hvussu og hvat vit brúktu tíðina til.

Orðið sigur - ger teg tilreiðar at møta Guði tínum.

Vit liva í eini náðitíð, nátt kemur, tá ongin kann arbeiða, also er náði tá úti.

 

So hjálpi Guð tær, at gera teg til kláran og íklæða teg Jesus Kristus, sum er vegurin til Faðirin.

Sí fleiri greinar