Hvør er Jón?
Sonja I. Jacobsen, 23.06.2015

Navn:

Jón Andersen

Aldur:

56 ár

Hjúnafelagi og børn:
Fráskildur. Vit eiga 4 børn. Tey eru Jóhan (34), Marjun (29), Ragnhild (27) og Jógvan (24).

Hvar býrt tú:
Á Skála.

Hvar ert tú uppvaksin:
Á Strondum.

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Míni barnaár vóru fantastisk.

Hvat gert tú til dagligt?
Fiski hummara.

Hví valdi tú tað arbeiðið?
Eg hevði áhuga fyri fiskiskapi longu sum smádrongur.

Hvat gert tú í frítíðini?
Tá ein løta er, dámar mær væl at hyggja at møtum í sjónvarpinum.

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Tað mugu onnur døma um.

Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Onkursvegna kom man til møtir har einaferð í tíðini. Og tað var so tann vegin eg bleiv frelstur.

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Keldan er nógv broytt seinastu árini, møtini vóru sum heild sterkari fyrr.

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
At Guds kraft sleppur at virka frítt. Tað er tað, sum mær leingist eftir.

Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Um Jesus ikki finnur uppá nakað annað, so veri eg her.

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Lat okkum taka fyrsta versið, sum kom til mín beint aftaná, at eg bleiv frelstur. Eg bleiv frelstur ein mánamorgun yviri í stovuni hjá Jastrid og Paula.

Tað var Jóhannus 3:5.

Jesus svaraði: "Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds.

Sí fleiri greinar