Tigið heldur!
Sonja I. Jacobsen, 19.05.2015

”Vit eru øll óperfekt menniskju. Øll gera feilir, eisini vit í Kelduni. Baktala og útspilling er blivin ein tjóðarítrótt”, nakað soleiðis byrjaði Helgi Abrahamsen talu sína sunnumorgunin. ”Tað er so deiligt at snakka um onnur. Henda kenslan av at onnur eru verri enn eg, er so kærkomin. Tann rættvískenslan, vit fáa av hesum, ger nakað gott í okkum.”

 

Einfaldi og rámandi boðskapurin frá Helga, legði dent á at hava virðing fyri hvør øðrum og tí tænastu, vit hvør í sær hava. ”Vit skilja ikki altíð hvør annan” sigur Helgi og tekur søguna um Marthu og Mariu fram sum dømi um hetta og fyri at vísa á, at vit eru ólík. Martha var meira ein praktikari, meðan Maria var ein tilbiðjari. Tær høvdu hvør sína funktión, og tað var einki galið í tí. Tær báðar trúðu á Jesus. Men tað sum hendi var, at Martha byrjaði at blíva upptikin av øllum tí, ið Maria ikki gjørdi og skilti ikki, at Maria hevði eina aðra tænastu enn hon. Tá man hugsar hetta inn í samkomuhøpi, so er tað ofta lættari at síggja úrslitið av praktiskum arbeiði, meðan tað, ein  tilbiðjari ger, ikki er so sjónligt. Øll síggja vit ikki sama virði í øllum, men høvdu vit dugað at tagt í staðin fyri at baktala og útspilla. Jesus sá stórt í bæði Marthu og Mariu, og tær fingu løn fyri trúgv sína.

 

Hví var Jesus so harður við fariseararnar, sum gjørdu alt rætt? Teir dyrkaðu tað sum sást og gloymdu tað, sum var innanfyri. Farisearin takkaði fyri, at hann ikki var líka sum tollarin, meðan tollarin haraftur í móti viðgekk, at hann hevði brúk fyri Jesusi. Vit eru øll óperfekt, og tí hava vit brúk fyri Jesusi.

 

Oddbjørg Abrahamsen hevði eisini uppmuntrandi vitnisburð til okkara. ”Alt tað, sum Jesus biður tykkum gera, skulu tit gera”, segði hon og vísti til brúðleypið í Kána. Hon vísti á, hvussu fantastiskt tað er at fylgjast við Jesusi í tí dagliga, og hon kom við fleiri uppmuntrandi dømum um, hvussu lýdni móti Jesusi gevur meira dirvi og eina sanna gleði í gerandisdegnum. Hon heitti á okkum um at vera lýðin, tá Heilagi Andin vísti okkum á eitthvørt, vit skuldu gera.

 

Myndir síggjast HER

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Skrivað hevur Birgit Frederiksberg

Sí fleiri greinar