Hvør ert tú mánadag til leygardag?
Sonja I. Jacobsen, 19.05.2015

Nógv av okkum hava nokk roynt hetta, at ein er komin undir fartelefonina í lummanum og ringt upp til onkran persón av misgáum. Tú uppdagar tað ikki, fyrr enn tú skal brúka telefonina og sær, at onkur longu er í hinum endanum, ella kanska tú uppdagar tað, við at móttakarin ringir teg upp aftur og flennir at tær í telefonini. Fyrsti tankin er sum oftast: ”Ups! Hvat havi eg sagt, meðan viðkomandi lurtaði? Segði eg okkurt ósømiligt? Slatraði eg um onkran annan? Fortaldi eg onkra søgu, sum eg ikki hevði ætlað at persónurin í hinum endanum av horninum skuldi hoyra?”

 

Soleiðis er hjá okkum trúgvandi! Gud hoyrir og sær alt! Sum um fartelefonin hevði ringt til Gud, og Hann sat og lurtaði.  Vildu vit ikki livað okkara lív øðrvísi, um t.d. samkomuleiðarin sat og yvirhoyrdi allar okkara samrøður ella las allar okkara tankar? So gott hoyrir hann sjálvandi ikki! Men Gud hoyrir allar okkara samrøður og lesur allar okkara tankar!

 

Vit royna sjálvandi øll at vera fitt og blíð á møti ella kirkju hvønn sunnudag, men hvussu er við restini av vikuni? Tað er tá, tað veruliga telur. Tað er av verkum og talu, vit verða mett av heiminum.  ”Hvat hjálpir tað, brøður mínir, um ein sigur, hann hevur trúgv, táið hann hevur ikki verk!” Ják. 2:14

Áðrenn vit tóku ímóti Kristusi sum okkara frelsara, vóru okkara gerðir og lyndi av heiminum. Men síðan Jesus hevur tikið búskap í okkum, skuldu okkara gerðir og lyndi endurspegla Jesus. Vit skulu verða hansara vitni í tí dagliga lívinum. Hann biður okkum í 1. Pæt. 2:12 hava góðan atburð millum vinfólk okkara, so at tey kunnu síggja góðu verk okkara og fyri teirra skuld prísa Gudi! Vit mugu liva okkara lív, sum um Jesus gekk við okkara lið.

Hettar kann vera sera torført, tí okkara hold vil tað øðrvísi. Og vit falla øll. Men minnist til: ”So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.” Róm. 8:1

 

Hvat hugsa okkara starvsfelagar og vinir, tá tey síggja okkum standa og lovprísa Harranum á sjónvarpsmøti? Hugsa tey undrandi: ”Er hann/hon frelstur???” ella játtandi ”Áh ja, sjálvandi, eg visti tað var okkurt serstakt við honum/henni!”

 

Skrivað hevur Sámal Joensen

Sí fleiri greinar