Heilsan úr Svøríki
Jonna Heinesen, 24.04.2015

Góða samkoma.

 

Nú er tað eitt sindur síðani vit sóu tykkum síðst. Vit hava búð í Svøríki í næstan 4 ár nú, og okkum dámar sera væl at vera her.

 

Eg vóni at tað gongst tykkum væl. Vit hava hoyrt um hvussu nógv er hent við útbygging í samkomuni, og at næmingatalið veksur.  Tað er stuttligt at hoyra, um hvussu alt veksur. Eg minnist hvussu stór hølini í nýggju Keldu tyktust, tá hon varð tikin í nýtslu, og nógv er longu útbygt síðani tá. Tað hevði ikki verið lætt at ímynda sær hvussu stórt tað fór at blíva, áðrenn nýggju hølini blivu bygd.

Tá vit fluttu til Svøríkis, var tað fyri at fara á Bíbliuskúla. Tað var ein dreymur eg hevði havt í fleiri ár.

 

Tað hevur verið ein heilt fantastisk tíð. Eg hevði væntað, at tað fór at verða ein serlig tíð áðrenn vit fóru, men tað hevur verið nógv meira enn tað, eg hevði væntað.

 

Eg minnist fyrsta møtið eg var á Livets Ord. Tað var nakað heilt serligt, og at hugsa sær at eg fór at verða her i eitt heilt ár. Eg var so spent at byrja á Bíbliuskúlanum.

 

Samstundis hugsaði eg eisini hvussu tað skuldi ganga fíggjarliga. Áðrenn vit fóru avstað, hevði eg arbeitt sera nógv, og  eg hevði tí avgjørt ikki at arbeiða, meðan eg gekk á skúlanum, men at verða heima við dóttrini eftir skúlatíð.

So eg sat á møtinum og legði ætlanir, hvussu eg skuldi arbeiða í komandi ferium og so víðari. Men nú  eg hyggi afturá, síggi eg, at mær hevur ongantíð manglað nakað. Tað var ongantíð neyðugt at stúra.

 

Tað eru tvey vers, sum eg ofta havi hugsað um seinastu 5 árini, Filip 2:13 og 1:6. Gud gevur okkum dreymar og visiónir, tað er ikki neyðugt hjá okkum at stúra, Gud ger tað Hann vil í okkara lívi, um vit lata Hann sleppa framat.

Nú eri eg liðug við Bíbliuskúlan og abeiði sum sjúkrasystur á einum ellisheimi. Tað dámar mær væl. Tað eru munir á mátunum tað verður arbeitt i Føroyum og í Svøríki, og leikluturin hjá sjúkrasystrini er eitt sindur øðrvísi, so eg læri nógv. 

 

Anja gongur í skúla í barnaskúlanum hjá Livets Ord. Henni dámar væl. Tað er gott samanhald í flokkinum, og hon hevur eina góða lærarindu.

Hon plagar at spæla við børnini í grannalagnum.  

 

Vit trívast sera væl í samkomuni her, og vilja samstundis eisini takka tykkum fyri tíðina vit høvdu í Kelduni.

 

Vit ynskja Guds signing yvir arbeiði framyvir í Kelduni.

 

Nikolina og Anja

Sí fleiri greinar