Guds ríki kemur
Sonja I. Jacobsen, 22.04.2015

”Mong trúgvandi halda, at tingini blíva bara verri og verri, og slík trúgv lammar okkum. Vit mugu trúgva, at Guds ríki kemur.”

 

Sunnumorgunin 19. apríl talaði Jeff Fountain í Kelduni. Jeff er ættaður úr New Zelandi, men hevur stóran part av lívinum búð í Hollandi. Hann hevur í nógv ár granskað europeiska søgu og mentan og leggur í sínum arbeiði stóran dent á, at tað besta fyri Europa er at halda fast við kristna arvin.

 

”Vit siga, at evangeliið snýr seg um, at Jesus doyði fyri okkum, og tað er rætt. Men Jesus prædikaði evangeliið, áðrenn hann fór á krossin. Hvat var so høvuðsboðskapurin hjá honum?” spurdi Jeff Fountain.

 

Jú hann (eins og Jóhannes doyparin) segði, at Himmiríkið er komið nær

 

Hann segði, at sæl eru tey í andanum fátæku, tí at tey skulu arva Guds ríki.

 

Hann lærdi lærusveinarnar at biðja ”komi ríki títt.”

 

Hann segði ”Søki fyrst Guds ríki.”

 

Seinni segði hann nógv líknilsi, sum byrjaðu við orðunum: ”Himmiríkið er líkt einum (sinopskorni), (súrdeiggi)” o.s.fr.

 

”Jesus royndi at fáa lurtararnar at skilja Guds ríki,” segði Jeff Fountain. 

 

Alt var gott

Tá Gud hevði skapað jørðina sá hann, at alt var gott. Men so kom ólýdnið, og Gud fór at upprætta aftur tað mista – Guds ríki á jørð.

 

”Tá Jesus lærdi lærusveinarnar at biðja ”Faðir vár”, tá trúði hann veruliga uppá bønina um at Guds ríki kemur,” segði Jeff Fountain. ”Vit mugu eisini trúgva uppá, at Guds ríki kemur bæði í Føroyum og í øllum Europa,” segði hann.

 

Evangeliið skal til øll fólkasløg

Tá vit hoyra um endatíðina, hugsa vit ofta um alt tað ræðuliga, sum skal henda, áðrenn Jesus kemur aftur. Og rætt er tað, at tað verður kríggj, hungur og jarðskjálvti. “Men tað er ikki tað, vit skulu lata okkum leiða av, men vit eiga at hyggja eftir, hvussu tað gongur við at fáa evangeliið út til øll fólkasløg,” segði Jeff Fountain. Hann vísti á Matt. 24,14, har tað stendur: “Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma.”

 

“Vit mugu tora at trúgva, at Guds ríki kemur. Vit hava eitt arbeiði at gera, líkamikið hvat kall vit hava,” segði Jeff Fountain.

 

Annika og Steve aftur til Turkalands

Annika og Steve Everett, sum hava verið heima í Føroyum eina tíð, fara nú aftur til Turkalands. Tey greiddu á møtinum frá teirra arbeiði og takkaðu fyri tíðina heima. Biðið varð fyri teimum.

 

Rúni Rasmussen leiddi møtið, og Ólavur Abrahamsen leiddi lovsangin. Símun Absalonsen tulkaði taluna hjá Jeff Fountain.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar