Okkara avgerðir mynda lívið
Sonja I. Jacobsen, 21.04.2015

Í Jeremias kap 1, vers 5 stendur skrivað: "Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg". Vit eru øll skapt eftir Guds mynd, og Gud hevur eina ætlan við einum og hvørjum av okkum.

 

Sum børn vóru vit uppald av foreldrunum, ið tóku avgerðir fyri okkum, men nú tá vit eru vorðin vaksin, taka vit sjálvi avgerðir. Vit velja sjálvi innihaldið í okkara lívi. Vit eiga at leggja okkum í geyma, at ein og hvør avgerð, er við til at mynda okkara dag, okkara lív, og enntá lívið hjá okkara næsta.

 

Nógv eru valini, men tað størsta og týdningarmiklasta í lívinum, er valið til ævinleikan. Fyri at fáa lut í ævinleikanum hava vit bert ein møguleika í at velja - at velja at trúgva á Guð, skapara himins og jarðar, og geva okkara lív til hann. Hetta er ein einkul avgerð, men vísir seg tó ofta at vera sera torfør at taka.

 

Vit er øll ymisk, og Guð hevur eina ætlan við einum og hvørjum av okkum, men í dagligdegnum er tað ikki altíð so lætt at velja tað, ið leiðir okkum tann vegin, Guð vil. Tíðirnar í dag eru fongdar við nógvum tíðartjóvum, ið vilja forma okkara dagligdag fyri okkum, um vit ikki gáa eftir tí. Nógv av tí, sum vit hoyra og síggja, leiðir okkum enntá til mótloysi, troyttleika, líkasælu og ger okkum egoistisk. Tí er tað týdningarmikið, at vit eru vakin og seta okkum fyri at dagliga taka tey val, tær avgerðir, ið samsvara við Guðs ætlan við okkum.

 

Lat okkum leggja hetta í geyma, at læra at velja rætt, og liva nær Harranum hvønn dag. Nærri ein livir saman við Harranum, lættari er at velja Hansara vegir. Ein kemur at kenna tann, ið ein brúkar tíð saman við, tí er tað týdningarmikið at brúka tíð saman við Jesusi og hvønn dag biðja um vísdóm at velja rætt. 

 

Í Sálma 25,12 stendur; Hvør er tann ið óttast HARRANUM? Honum vísir hann vegin, ið hann skal velja.

 

Í Filip 1,22 stendur; Men um tað at liva í holdinum gevur mær ávøkst av verki mínum, so veit eg ikki, hvat eg skal velja.

 

Í Mark. 12,24 stendur; Jesus svaraði teimum: "Er tað ikki tí, tit villast - tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds!

 

Í 2 Tim. 3,16 Stendur; Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi.

 

Tí fari eg at áminna meg sjálvan og tykkum um at brúka tíð at lesa Guds orð og biðja. Hetta vil hjálpa mær og tykkum at taka tey røttu valini, sum koma at føra okkum inn í Guðs ætlan fyri okkara lív. 

 

Vit mugu velja at taka rættar avgerðir - við vísdómi frá Gudi.  

 

Skrivað hevur Vinjard Johansen

Sí fleiri greinar